Á listanum síggja vit bæði kend andlit og fleiri nýggj, fleiri kenna vit frá limum í javnaðarflokkinum, men har eru eisini fólk ið eru kend úr øðrum flokkum. Kommunulistin sigur seg tó verða ein politiskt óheftur flokkur. Í tíðindaskrivinum til FM1, skriva tey, at har er onki vinstra, høgra, loysing ella samband. Harafturat skrivar Kommunulistin, at tey ynskja at seta veljaran í miðdepilin og umboða eina nýggja tíð, har broyting er neyðug. Málið hjá flokkinum er, at øll skulu kenna seg heima í Tórshavnar kommunu, heilt frá føðing og til ellisár.
Hesi stilla upp fyri kommunulistan:
Tróndur Sigurðsson, býráðslimur
Bjørg Súsanna Brynhildardóttir Egholm, lesandi
Kári Johansen, býráðslimur
Mena Joensen, sosialráðgevi og rúsviðgeri
Hergeir Staksberg, samskipari
Bjørg Dam, býráðslimur
Hans Petur í Brekkunum, stjóri
Súna Mørk, býráðslimur
Edith Dahl Jakobsen, musikkskúlalærari
Malan Óladóttir á Dunga, búskaparfrøðingur
Tonicia Cherese Hansen, hjálparfólk
Birita Baldvinsdóttir Iversen, sjúkrarøktarfrøðingur
Durita Sloan Dahl-Christiansen, námsfrøðingur og HR-ráðgevi
Jan Zachariasen, hjálparfólk
Høgni Midjord í Stovuni, ambulansuførari og lesandi
Jóhan Carl Dam, pensjonistur
Rói B. Poulsen, sølustjóri