Burndeildin
VÍF – Neistin 28-32 (15-17)
Neistin var higartil einasta liðið, sum hevði vunnið á VÍF í hesum kappingarárinum, og tað gjørdu teir aftur í dag.
Liðini fylgdust meginpartin av fyrra hálvleiki, men seinastu tíggju minuttirnar hevði VÍF hug at draga frá. Seinastu fimm minuttirnar fyri steðgin gjørdi Neistin tó ein ordans vørr og fór til hálvleiks við eini 17-15 leiðslu.
Í seinna hálvleiki kom Neistin skjótt fram um við eini fimm seks málum, og teir hildu leiðsluni har á leið restina av dystinum. Einaferð kom VÍF niður á tvey mál, 26-28, men hetta var dagurin hjá Neistanum, sum vann dystin 32-28.
Hjá VÍF skoraði Sjúrður Olsen 11 mál, meðan blaðungu Lýðar í Dímun og Hóri Reginsson skoraðu 7 mál hvør fyri Neistan.
Burndeildin
Kyndil – KÍF 28-24 (13-13)
Kyndil var frammanfyri stórarn part av dystinum móti KÍF í høllini á Hálsi, men KÍF kom av og á upp á javnleik, og millum annað hálaðu teir seg beint fyri hálvleik upp á 13-13.
Kyndil fór tó frá aftur eftir steðgin. KÍF svaraði tó aftur, og tá ið 13 minuttir vóru spældir stóð 19-19 á máltalvuni.
Seinasta korterið av dystinum fór Kyndil tó frá aftur, og vann at enda 28-24.
Hjá Kyndli skoraði Tobias Thiesen 5 mál, meðan Tórur Joensen skoraði 6 mál fyri KÍF.
Burndeildin
Team Klaksvík – H71 31-39 (14-20)
Team Klaksvík hevur higartil í ár einki stig fingið í bestu deildini hjá monnum, og tað gjørdu teir heldur ikki í dag, tá ið H71 vitjaði norðuri í Klaksvík.
Eina lítla løtu fylgdu klaksvíkingar við, men so fór blaðunga liðið hjá H71 frá, og í hálvleikinum var 20-14 til H71.
Í seinna hálvleiki helt gongdin fram, og sigurin hjá H71 var ongantíð í vanda. Úrslitið gjørdist 39-31 til H71.
Hjá Team Klaksvík skoraði Nikolay Bliznov 9 ferðir, og hjá H71 var blaðungi Jákup Egholm toppskjútti við 7 málum.
Stigatalva í Burndeildini
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 9 | 256 | 243 | 13 | 13 |
VÍF | 8 | 264 | 220 | 44 | 12 |
StÍF | 8 | 244 | 216 | 28 | 10 |
Neistin | 9 | 229 | 228 | 1 | 9 |
H71 | 8 | 236 | 226 | 10 | 9 |
KÍF | 9 | 220 | 232 | -12 | 7 |
Team Klaksvík | 9 | 229 | 313 | -84 | 0 |


