Dagført 21. januar 2025.
Síðan Fiskidagaskipanin kom í 1996 hevur talið á fiskidøgum verið skorið so nógv niður at einans ein brotpartur er eftir av teimum døgum ið upprunaliga vórðu útlutaðir. Minkingin í døgum er úr góðum 47.000 niður í 14.600, íroknað dagar sum ikki verða brúktir.
Sambært Vørn er talið á fiskiloyvum í dag tilsamans 297, harav 180 eru knýtt at parttíðarriknum útróðrarbátum, bólkur 5B.
“Heimaflotin vit plagdu at tosa um er ikki til longur,” viðmerkir Óli M. Lassen, reiðari á frystilínuskipinum Jákup B og útróðrarbátinum Líðhamar.
“Ikki tí,” legði hann afturat, “við prísunum sum eru í dag so er gongdin nøktandi hjá verandi frystilínuskipum. Men sum heild er royndin eftir toski og hýsu á Føroyagrunninum sera lítil.”
Fyri umleið fimm árum síðan varð gjørd ein semja millum vinnuna og tann politiska myndugleikan um eina umsitingarætlan fyri heimaflotan. Semjan tók støði í at vit kunnu fiska 25.000 tons av toski um árið burðardygt. Men við teimum avmarkaðu fiskidøgum sum í dag eru, megnar vinnan ikki at fiska tílíka nøgd, uttan mun til um nógv ella lítið er av toski.
Í fjør var tann samlaði toskafiskiskapurin undir Føroyum góð 6.300 tons sambært Vørn.
Sambært umsitingarætlanina skal talið á fiskidøgum ongantíð broytast upp ella niður við meira enn fimm prosentum árliga.
Niðurskurðurin í fiskidøgum er í stríð við umsitingarætlanina, vísa fólk í vinnuni á, aftan á ein niðurskurð í fiskidøgunum upp á heili 20 prosent í fjør og ein niðurskurð upp á 10 prosent fyri 2025.
“Landsstýrið tykist heilt at skúgva til viks umsitingarætlanina,” sigur formaðurin í felagnum Línuskip, Hálvdan Gudmundsen.
Táverandi Fiskidaganevndin vísti í sínum tilmæli um fiskidagar fyri fiskiárið 2016/17 á at heilir 25.000 fiskidagar vóru tiknir úr dagaskipanini síðani hon kom í 1996, ein skerjing upp á 60 prosent yvir minni enn 10 ár.
Tann niðurgongdin hevur hildið fram síðan tá. Men tað sum avger ‘veiðitrýstið’ tvs. fiskiroyndina er brúktir dagar heldur enn útlutaðir dagar tilsamans.
ĺ 2023 vóru teir brúktu fiskidagarnir komnir niður á umleið 6.500. Talið á útlutaðum fiskidøgum varð minkað við 20 prosentum fyri 2024, og kom út frá hesum niður á uml. 5.200. Og nú fyri 2025 eru dagarnir skerdir enn 10 prosent, soleiðis talið á effektivum døgum væntandi liggur niðri á uml. 4.700.
Soleiðis er fiskidagatalið í dag komið niður í ein brotpart av tí tað var fyri smáum 30 árum síðan.
Í sendingini Vinnuvarpið í dag klokkan 16 fara vit at umrøða fiskidagar, tilmæli frá fiskifrøðingum og toskaveiði á Føroya Banka. Gestir: Bjarni í Skálum, formaður í Trolbátum, og Eydna í Homrum, deildarleiðari á Havstovuni. Búi Tyril leggur til rættis.

“Hesar myndirnar eru frá í heyst,” skrivaði stýrimaðurin á einum línuskipi stutt fyri jól á sinum Facebook vanga, sum viðmerking til tær báðar myndirnar vinstrumegin. “Hettar eru norskir línubátar sum fiska við Føroyar hvørt ár, hjá teimum er kvotan òbroytt fyri 2025, alt ímeðan føroysku skipini verða tilmæld at missa 10 prosent av sínum rættindum í heimasjógvi.”
Til myndina høgrumegin viðmerkti hann fyri viku síðan: “2025 byrjar aftur í sama spori, her liggja norðmennirnir og pløga alt eystanfyri, alt ímeðan føroysku línuskipini og onnur fiskiskip verða skerd í døgum!”