Meta hevur tilætlað gjørt sínar pallar – eitt nú Facebook og Instagram – til at børn skulu gerast bundin av hesum sosialum miðlum. Samstundis loyvdi Meta ómyndugum børnum at hava profilar á hesum sosialu miðlum.
Tað skrivar The Guardian, sum hevur fingið innlit í skjøl frá einum sakarmáli móti móðurfelagnum handan Facebook og Instagram, Meta, ið 33 amerikanskir statir hava lagt sak ímóti.
Sambært skjølunum hevur Meta gjøgnum fleiri ár fingið milliónavís av klagum um, at fleiri ómyndig børn hava profilar á Instagram.
Bara í 2021 fekk Meta, sambært The Guardian, 402.000 klagur um ómyndig børn á Instagram. 164.000 profilar eru síðan strikaðir.
Sakarmálið frá teimum 33 amerikonsku statunum byggir á innanhýsis kanningina hjá Meta, sum Frances Haugen lak út til almenningin í 2021, har ein av niðurstøðunum var, at sálarliga heilsan gerst verri við at brúka sosiala miðilin.
Í kanningini greiða 32 prosent av teimum spurdu tannáringagenturnar frá, at tær ikki vóru nøgdar við sín kropp, men at Instagram gjørdi bara ilt verri, tá tær brúktu sosiala miðilin.
Sambært The Wall Street Journal royndi Facebook at tóna úrslitið av kanningini niður, síðan úrslitið av kanningini varð gjørt atkomuligt innanhýsis hjá Facebook í mars 2020, sum The Wall Street Journal almannakunngjørdi.