Ferðsluóhapp í Norðragøtu seint seinnapartin

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Seint seinnapartin fekk løgreglan fráboðan um, at tveir bilar høvdu rent saman á landsvegnum omanfyri fótbóltsvøllin í Norðragøtu.

Tað skrivar Eysturoyarportalurin.

Eysturoyarportalurin skrivar, at av løgreglustøðini frættist, at tvey fólk eru flutt á Landssjúrkahúsið til nærri kanningar.

Landsvegurin er í løtuni stongdur, og øll ferðsla verður í løtuni leidd gjøgnum bygdina í Norðragøtu, meðan vegurin verður ruddaður.