Drotningin sigur drotningaheitið frá sær

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Margreta drotning letur trónuna víðari til son sín, Fríðrik krúnprins, tann 14. januar 2024.

Tað kunngjørdi hon í síni nýggjársrøðu í kvøld, sum harvið gjørdist seinasta nýggjársrøðan hjá Margretu drotning.

Tann 14. januar í 2024 er tað 52 ár síðan, at hon yvirtók trónuna eftir pápa sín, Fríðrik kongur 9.

Heilsan er farin at bila, og Margeta drotning hevur avlýst nakrar av sínum skyldum í ár – eisini vegna stóra skurðviðgerð í rygginum fyrr í ár.

– Nú er tíðin búgvin til at lata ábyrgdina víðari til næsta ættarlið. Eg havi avgjørt, at hetta er rætta stundin, at gera tað, sigur hon.