Ester Skála á OY Voxbotn 2024

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Ester Skála hevur á síni tónleikaleið, skapað sær eitt univers fult av litum og nærum gandakendum úttrykki. Hon hevur eina ljósa rødd og skapar fangandi løg, ið á ein serligan hátt ljóða international.

Tað siga fyriskipararnir av Voxbotn í tíðindaskrivi.

Hon hevur útgivið tvey løg, ið bæði hava verið nógv at hoyrt. Fyrsta lag hennara Unicorn vann áhoyraravirðislønina á FMA í 2022 og næsta lagið hjá henni, Spotlight, var við í tilnevningunum á FMA 2023, so sigast má, at hetta er ein dugnaligur tónleikari, ið megnar at fanga fólki.

Ester er í holt við at geva út eina EP út, har løgini fara at líkjast stílinum á fyrstu stakløgum frá henni.

– Hetta verður uttan iva spennandi, og eru vit tí sera errin av, at Ester kemur at framføra á Oy Voxbotn 2024, soleiðis at vit kunnu vera millum tey fyrstu at hoyra hesa fantastisku songkvinnu.

– Vit vænta eina rúnabundna áhoyrarafjøld tá Ester fer á pall, og gleða okkum til hesa løtuna 29. juni, siga fyriskipararnir.