Hoyr frásøgukvinnuna, Jónu Nicolajsen og viðmerkjaran, Frankie Jensen siga frá teimum fýra málunum føroyska kvinnulandsliðið skoraði í 4-0 sigrinum á Andorra. Hoyr eisini samrøðurnar Jóna gjørdi við málverjarn, Valborg Østerø og við debutmálskjúttan, Petru Hoydal sum kom á vøllin og økti til 4-0.
Mynd: FSF
Føroyar – Andorra 4-0 (1-0)
1-0: Sunniva Willemoes 25.
2-0: Ásla Johannesen 48.
3-0: Birita Ryan 67.
4-0: Petra Hoydal 79.