– Enn er ov tíðliga at meta um responstíðina í Sandoynni út frá veruligum royndum. Tí hevur Sjúkrahúsverkið fyribils mett um responstíðina, har tað einans verður tikið hædd fyri fjarstøðu og ferð. Arbeiðsbólkurin, sum situr við hesum arbeiðinum, er ikki liðugur enn, men mett verður, at responstíðirnar í Sandoynni koma at liggja á leið sama støði, sum tær gera nógv onnur støð í landinum. Arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum verður liðugt í næstum.
Tað sigur heilsumálaráðharrin, Margit Stórá, í svari til Jacob Vestergaard, løgtingslimi úr Fólkaflokkinum, sum vildi hava at vita, hví sjúkraflutningstænastan nú er niðurløgd.
Responstíðin er tíðin, sum vanliga verður máld, frá tí at ringt verður 112, og til hjálpin er á staðnum.
Hetta merkir, sambært svarinum, at tá ringt verður til 112, verða boð send á Landssjúkrahúsið, sum beinanvegin sendir sjúkrabil við bæði “royndum og vælútbúnum ambulansuviðgerðum” á staðið.
Jacob Vestergaard vil eisini hava at vita, um tænastan hjá fólki í Sandoynni nú verður verri, eftir at sjúkraflutningstænastan í Sandoynni nú er niðurløgd.
– Fólkini, sum arbeiða í Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum, hava drúgvar royndir við at veita viðkomandi hjálp til bráðfeingisstøður, sum til dømis at geva rættan heilivág, í samráði við liðlæknan í Sjúkrahúsverkinum, skrivar landsstýriskvinnan í svarinum.
Eisini sigur Margit Stórá, at eftir at stórar broytingar eru hendar í undirstøðukervinum í Føroyum, millum annað við Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum, so er eitt arbeiði sett í verk, har arbeiðsbólkur, við umboðum frá sjúkraflutningstænastunum á øllum trimum sjúkrahúsunum, arbeiðir við at endurskoða sjúkraflutningstænastuna í Føroyum.