Nú er fyrra hálvárið í ár gjørt upp á Akstovuni, og tað er ikki penur lesnaður, um tú ert bilasøla, sum leggur teg eftir at selja nýggjar bilar, tí vit keypa færri bilar í ár – í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Fyrstu seks mánaðirnar í ár eru 708 nýggir persónbilar skrásettir á Akstovuni, og tað er umleið 200 persónbilar færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 915 nýggir persónbilar blivu skrásettir hjá Akstovuni.
Verður hugt samlað yvir øll nýggj akfør, sum vórðu skrásett á Akstovuni fyrstu seks mánaðirnar í ár, so blivu 937 nýggj akfør skrásett, meðan hetta talið var 1.195 sama tíðarskeið í fjør. Altso ein afturgongd upp á 258 nýggj akfør.

Tendensurin heldur fram
Higartil hevur tendensurin verið, at vit keypa færri nýggj akfør, men hyggja vit eftir hagtølunum fyri skráseting av innfluttum brúktum akførum, so heldur tað talið fram at vaksa, eins og tað hevur hinar mánaðirnar í ár.
Fyrstu seks mánaðirnar í ár eru 138 brúktir persónbilar skrásettir á Akstovuni, meðan hetta talið var 31 sama tíðarskeið í fjør.
Samlað eru 223 brúkt akfør innflutt higartil í ár, meðan hetta talið var 107 í 2023.
