Ein lítil grind er funnin uttanfyri Syðrugøtu, sum telur umleið 40-50 hval.
Grindin verður hildin til í Syðrugøtu, og í hesum sambandi hevur sýslumaðurin lýst grindaøki, har grindin skal haldast til.
Tað merkir, at óviðkomandi skulu halda seg burtur frá økinum, ið er ein fjórðing í allar ættir, sum er umleið 1.900 metrar. Eisini er tað galdandi uppeftir, og tað merkir, at dronur ikki eru loyvdar á økinum.