Reyði Krossur Føroyar: Vit mangla nakrar hendur afturat

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Reyði Krossur Føroyar skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:

Leitar tú eftir feitastu avboðsferðini í juli? Reyða Kross Summarlegan kann framvegis brúka nakrar eyka hendur!

24 fantastisk børn gleða seg nú til stórar og smáar summarupplivingar við ísi, klemmum, góðanáttsøgum, útferðum, biograftúri, vatnspølum og bóltspølum. Vit klára ikki at bíða!

Men vit kunnu framvegis brúka nakrar eyka hendur og høvd til fyrstu Reyða Kross Summarleguna, sum verður á Toftum 13.-20. juli.

VILT TÚ VIÐ á stuttligastu og mest meiningsfullu feriuna? Send beinanvegin ein teldupost til summarlega@redcross.fo og skriva stutt um teg og tína motivatión fyri at vera sjálvboðin”.

Tú kanst lesa nærri her: https://redcross.fo/summarlegan/