Minnast Karlu Dana

Skrivað

FM1

Dagfesting

Bátafelagið Naddoddur skipar fríggjadagin 20. september fyri minningarhaldi á Tvøroyri fyri Karlu Dana, sum læt lív á Víkingaferðini hjá bátinum til Noregs herfyri.

Báturin kom í ringan sjógv út fyri Måløy tann 27. august og holvdist. Av teimum seks sum vóru við á ferðini, vórðu fimm bjargað, teirra millum føroyingurin Livar Nysted. Tann 29 ára gamla Karla Dana var fornfrøðingur av útbúgving.