Í 2022 kvinkar gini-talið upp í 22,2 í mun til 21,5 árið fyri. Fimtingslutfallið hækkar 0,1.
Fleiri mát verða brúkt lýsa árliga inntøkubýtið í einum landi. Tvey av teimum mest nýttu eru gini-talið og fimtingslutfallið.
Grundarlagið undir mátunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka grundað á húskisinntøku og samanseting av húski eitt heilt ár. Sí meira um javnvirðisinntøku (video).
Gini-talið lýsir ójavnan í býtinum í javnvirðisinntøku. Um øll hava somu inntøku, er talið 0, og hevur eitt húski alla inntøkuna í samfelagnum, er talið 100.
Í 2022 kvinkar gini-talið upp í 22,2 í mun til 21,5 árið fyri. Seinastu tíggju árini hevur gini-talið ligið allarflestu árini millum 21 og 23.
Sama mynstur vísir seg, tá hugt verður eftir fimtingslutfallinum, sum er eitt annað mát fyri inntøkubýti. Fimtingslutfallið ella 80/20-mátið vísir, hvussu stóran part av javnvirðisinntøkuni ovasti fimtiparturin ræður yvir samanborðið við tann lægsta fimtapartin.
Í 2022 hevði ovasti fimtingurin tríggjar ferðir størri inntøku enn lægsti fimtingurin. Í 2021 var inntøkan 2,9 ferðir størri.
Gini-talið í Føroyum er minni enn í londunum kring okkum, skrivar Hagstovan.
Í Danmark er gini-talið 28 og samlað fyri ES-lond er gini-talið 30. Í Grønlandi er gini-talið upp aftur størri, har tað er 35. Noreg og Svøríki hava eitt gini-tal, á 28. Sostatt eru húskisinntøkurnar í Føroyum javnari býttar enn í londunum, sum vit vanliga sammeta okkum við.