,

Føroyingauppgerð í bestu donsku flogbóltsdeildini

Skrivað

Flogbóltssamband Føroya

Dagfesting

Føroyingarnir í bestu donsku flogbóltsdeildini – Volleyligaen – fyri bæði kvinnur og menn leiktu leygardagin. Í Køge var var talan um føroyingauppgerð.

Í Køge møttust bestu kvinnuliðini hjá Team Køge og Ikast KFUM. Øðrumegin netið var Hanna Iansdóttir Biskupstø (nr. 18), sum er liðskipari hjá Team Køge, og hinumegin netið vóru Anna Arnholdsdóttir (nr. 13) og Rebekka Osberg Højsted (nr. 7).

Her fóru Anna, Rebekka og Ikast KFUM avstað við einum lutfalsliga tryggum sigri upp á 3-0 við settúrslitunum 25-20, 25-18 og 25-17.

Ikast hevur vunnu báðar sínar fyrstu dystir í kappingini og liggur sostatt á odda í deildini.

Hetta er annað árið, at Hanna er við á Team Køge-liðnum, ímeðan Anna og Rebekka nýliga eru byrjaðar á Ikast KFUM liðnum.

Í bestu deildini hjá monnum hava Silas Poulsen (nr. 7) og Jákup Árni Elisson Wang (nr. 5) saman við liði sínum Ikast KFUM, dystast ímóti donsku meistarunum frá Odense Volleyball. Hetta er fyrsta kappingarárið hjá bæði Silasi og Jákup Árna í Ikast KFUM.

Ikast KFUM megnaði ikki at koppa donsku meistarunum úr Odense, sum vunnu dystin 3-1 við settúrslitunum 25-20, 23-25, 25-14 og 25-23.

Ikast KFUM hevur nú trý stig eftir tveir dystir.