Ein bólkur av sjey heimahjálparum hevur handað borgmeistaranum í Havn, Heðin Mortensen, eina “átrokandi áheitan um støðuna hjá heimatænastuni.”
Starvsfólkini úttrykkja sína “djúpu stúran um versnaðu arbeiðsumstøðurnar og álvarsligu ávirkanina hetta hevur á okkara arbeiðshug og tænastugóðsku.”
Ónøgdin er í stóran mun mun vend móti leiðsluni á Heimatænastuni.
“Síðan [hon] tók við sum [leiðari], er umhvørvið á okkara deild broytt dramatiskt,” stóð millum annað í skrivinum, sum sambært keldur varð sent borgarstjóranum fyri fáum døgum síðan.
“Støðan er vorðin ótolandi, og mong av okkum kenna okkum sum um vit støðugt verða fylgd og stýrd sum í eini ‘Big Brother’ støðu,” løgdu starvsfólkini afturat.
“Hesin kúgandi arbeiðsháttur hevur ført til eina markanta minking í arbeiðsnøgdsemi, og fleiri starvsfelagar hava annaðhvørt sagt seg úr starvi ella eru í gongd við at leita eftir øðrum starvi.”
“Støðan versnaði munandi,” stóð víðari at lesa í klaguni, “eftri at býráðið nýliga tók avgerð í málinum viðvíkjandi reingerðartænastuni í heimatænastuni. Tað tykist sum at mótstøðan vit kenna frá leiðslu er beinleiðis hevnd fyri úrslitið av hesum máli.”
“Vit ásanna at vit ikki altíð eru samd við avgerðunum og málunum hjá leiðsluni, men tað eru arbeiðshættirnir vit ikki kunnu góðtaka,” ljóðar víðari í brævinum.
Síðan reisa starvsfólkini beinleiðis spurning við sín leiðara, vísandi til “hennara sera vánaliga umdømi” og at talan er um ein leiðara við “ivasamari bakgrund.”
“At enda seta vit spurnartekin við setanartilgongdina ið førdi til at [leiðarin] varð sett í starv. Tað sum vit ikki skilja er hvussu [hon] bleiv sett í starv, tí hennara sera vánaliga umdømi er almenn vitan. Var eingin ið gjørdi eina bakgrunds kanning av henni? Vit sum heimahjálparar blivu ávarað av nógvum fólkum, sum antin høvdu starvast við ella undir [henni], og av fólki ið vóru avvarðandi av borgarum, sum hon hevði ábyrgd av. Umdømið sigur at [hon] hevur havt fleiri líknandi størv fyrr men hevur, vegna kærur og trýst frá starvsfelagum, borgarum og avvarðandi, verið noydd at siga seg úr starvi. Hvussu ber tað til at ein við so ivasamari bakgrund verður sett sum [leiðari] í størstu kommunu í landinum?”