Lív Egholm og Óluva Poulsen fingu Sálarheilsuvirðislønina 2024 fyri teirra framúrskarandi arbeiði á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Lív Egholm hevur arbeitt sum fysioterapeutur í 14 ár, og verður heiðra fyri hennara nærlagnu og róligu framferð, og hennara eginleika at síggja heila menniskjað og knýta sambond við sínar sjúklingar.
Óluva Poulsen hevur verið sjúkrarøktarfrøðingur í 24 ár, og verður heiðra fyri sítt vinarliga og positiva lynd. Eisini verður dentur lagdur á at hon dugir at fáa tað besta fram í sínum medmenniskjum, og leggur nógva orku í at røkka málunum í arbeiði hennara.
