Bergun Kass fekk 188 atkvøður í 2016 og varð sostatt vald inn hjá Framsókn sum nummar eitt.
Hon sat eina setu hjá býráðnum frá 2016 til 2020. Bergun Kass stillaði upp aftur í 2020, men við sínum 143 atkvøðum varð hon nummar fýra á listanum og varð tí ikki afturvald. Ruth Vang bleiv sum tann einasta vald inn hjá Framsókn tann 10. november í 2020.
Bergun kass er tó at síggja á einum øðrum lista
ĺ tíðindaskrivi sum FM1 hevur fingið frá Sambandsflokkinum, stillar Bergun Kass upp til býráðsval fyri Sambandsflokkin 12. november 2024
Tó skal sigast at Bergun Kass ikki er fremmand hjá Sambandflokkinum – í 2022 stillaði hon upp til løgtingsvalið fyri flokkin.