,

Djóni set­ir arbeiðs­bólk at endur­skoða dag­stovna­lóg

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur sett ein arbeiðsbólk at gera tilmæli í “at dagføra dagstovnalógina,” boðar Barna- og útbúgvingarmálaráðið frá.

“Lógin, sum hevur verið galdandi í yvir 24 ár, er grundarlagið undir føroysku dagstovnum,” varð staðfest. “Síðan lógin bleiv sett í gildi hevur samfelagið verið fyri týðandi broytingum, sum hava havt við sær broytt krøv og væntanir til leiklutin og virksemi hjá dagstovnum. Hóast hesa broyting, eru bert smærri tillagingar gjørdar í lóggávuni.”

“Neyðugt er at tryggja,” viðmerkti aðalráðið, “at lóggávan speglar verandi samfelagsviðurskifti og stuðlar undir barnsins menning og tørv hjá nútíðar familjuni, og tí er tørvur á at dagføra dagstovnalógina.”

Sum limir í arbeiðsbólkinum hevur landsstýrismaður tilnevnt fylgjandi, varð upplýst: Janus Haraldsen, umboð fyri Kommunufelagið, Jan Lauritsen, umboð fyri dagstovnaøkið, Jónhild Abrahamsen, umboð fyri dagstovnaøkið, Sarah Einarsson, umboð fyri Sernám, Sanna á Løgmansbø, umboð fyri Pedagogfelagið, og Eva Klein, forfólk og umboð fyri Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

“Miðað verður ímóti at handa landsstýrismanninum álitið miðjan januar 2025,” varð upplýst.