Nýggjur langhylur í Havn letur væntandi upp í komandi viku

Skrivað

Heidi Lindenskov Róadóttir

Dagfesting

Nýggi langhylurin í Gundadali verður í næstum tikin í brúk. J&K Peteren, sum hava staðið fyri byggiverkætlanini, vænta at latið verður upp í viku 45.

Nýggi langhylurin hevur 10 geilar, ið allir eru 50 metrar; tribunan hevur áleið 600 pláss og eisini er eitt vælveruøkið við heitum hylum, gosbaði, hitarúmi og dampbaði og mangt annað.

Eyðbjørn Karbech Mouritsen, verkætlanarleiðari fyri J&K Petersen, og Bergur Rask Olsen, verkætlanarleiðari fyri Tórshavnarkommunu
Langhylurin
Áskoðarapláss
Langhylurin