,

17 fólk stilla upp fyri Komm­unu­list­an

Skrivað

Durita Adela

Dagfesting

Á listanum síggja vit bæði kend andlit og fleiri nýggj, fleiri kenna vit frá limum í javnaðarflokkinum, men har eru eisini fólk ið eru kend úr øðrum flokkum. Kommunulistin sigur seg tó verða ein politiskt óheftur flokkur. Í tíðindaskrivinum til FM1, skriva tey, at har er onki vinstra, høgra, loysing ella samband. Harafturat skrivar Kommunulistin, at tey ynskja at seta veljaran í miðdepilin og umboða eina nýggja tíð, har broyting er neyðug. Málið hjá flokkinum er, at øll skulu kenna seg heima í Tórshavnar kommunu, heilt frá føðing og til ellisár.

Hesi stilla upp fyri kommunulistan:


Tróndur Sigurðsson, býráðslimur

Bjørg Súsanna Brynhildardóttir Egholm, lesandi

Kári Johansen, býráðslimur

Mena Joensen, sosialráðgevi og rúsviðgeri

Hergeir Staksberg, samskipari

Bjørg Dam, býráðslimur

Hans Petur í Brekkunum, stjóri

Súna Mørk, býráðslimur

Edith Dahl Jakobsen, musikkskúlalærari

Malan Óladóttir á Dunga, búskaparfrøðingur

Tonicia Cherese Hansen, hjálparfólk

Birita Baldvinsdóttir Iversen, sjúkrarøktarfrøðingur

Durita Sloan Dahl-Christiansen, námsfrøðingur og HR-ráðgevi

Jan Zachariasen, hjálparfólk

Høgni Midjord í Stovuni, ambulansuførari og lesandi

Jóhan Carl Dam, pensjonistur

Rói B. Poulsen, sølustjóri