Andstøðuflokkarnir í Løgtinginum, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, hava boðað frá, at teir ætla at leggja eitt uppskot um misálit á landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm á tingfundinum klokkan 11 í dag.
Ingilín D. Strøm er kærd til landsstýrismálanevndina fyri at hava sagt ósatt fyri Løgtinginum. Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið og ein meirluti samtykti at heita á forkvinnuna í Løgtinginum um at seta ein kanningarstjóra at kanna um landstýriskvinnan hevur gjørt brot á lógina um ábyrgd landsstýrisins.
Andstøðan heldur at fyribils niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini var so greið, at landsstýriskvinnan átti at verði loyst úr starvi.
Andstøðan hevur sjálvandi ikki meirlutan í tinginum, so tekur samgongan ella partar av samgonguni ikki undir við uppskotinum, so fellur tað.