Burn menn: Neistin – H71 24-24 (9-12)
Neistin tók í gjárkvøldið móti H71 í bestu mansdeildini í hondbólti.
Liðini fylgdust fyrsta korterið, áðrenn H71 fór nøkur mál fram um og var frammanfyri 12-9 í hálvleikinum.
H71 helt seg frammanfyri stóran part av seinna hálvleiki, men seinastu tíggju minuttirnir vóru púra javnir.
35 sekund fyri tíð legði Pauli Høj við brotskasti Neistan fram um fyri fyrstu ferð í seinna hálvleiki. Tað eydnaðist tó Bryan Slyne at javna fyri H71 í seinastu sekundunum.
Málskjúttar og leikarar
Neistin:
Lýðar í Dímun 6
Kasper Foss Eilertsen 6
Hóri Reginsson 4
Herbjørn Lava 3
Pauli Høj 2
Andras Joensen 1
Marius Johansen 1
Niklas Drayton Gaard 1
Teitur Magnusson
Ári Arnason
Kjartan Brimnes
Philip Harper Müller
Johannes Pólsson Kragesteen
Mikkjal Hansen (má)
Rókur Holm (má)
H71:
Høgni Heinason 6
Brian Slyne 6
Jákup Egholm 5
Hilmar Leon Jakobsen 3
Jón Rói M. Høgnesen 2
Helgi Jakob Halldórsson 1
Jón Eyðunsson Midjord 1
Ári Jógvansson Olsen
Rói Seyer Hjaltason
Haraldur Karlsson
Høgni Højsted
William Napoleon Djurhuus
Rókur Ziskason
Torstein Sivertsen (má)
Ingi Johannesen (má)