Hilmar Leon aftur á vøllinum 

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ítróttaúrmælingurin Hilmar Leon Jakobsen var í gjárkvøldi aftur at hondbóltsvøllinum fyri H71 og skoraði trý mál, tá ið hoyvíkingar spældi javnt 24-24 móti Neistanum í høllini á Hálsi. 

Hilmar Leon spældi blaðungur sín fyrsta dyst í bestu fótbóltsdeildini fyri HB. Áhaldandi skaðar gjørdu tó, at hann mátti gevast við fótbóltinum. Eftir tað spældi hann hondbólt við H71 og var millum bestu leikarar í landinum í nøkur ár.  

Hilmar Leon var enn einaferð raktur av skaðum, og í 2020 fór hann aftur í gaggurnar, og gjørdist ein týðandi leikari hjá HB, sum varð meistari hetta árið. 

Aftur hesaferð gjørdu skaðar, at Hilmar Leon mátti gevast við fótbóltinum, og síðan hevur hann ikki verið tað stóra hvørki á fótbólts- ella hondbóltsvøllinum. 

Í gjárkvøldi var hann so aftur á besta liðnum hjá H71, og spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at gangast hesaferð. 

Hilmar Leon hevur spælt 10 hondbóltslandsdystir og 3 fótbóltslandsdystir. 

Hondbóltshagtøl hjá Hilmar Leon á Handballstatz 
Fótbóltshagtøl hjá Hilmar Leon á FaroeSoccer