Stór U19-flogbóltskapping í Havn um vikuskiftið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Flogbóltssamband Føroya

Í vikuskiftinum – frá fríggjadegi 25. oktober til sunnudagin 27. oktober – verður árliga NEVZA kappingin fyri U19 landslið fyri bæði kvinnur og menn. Kappingin verður í høllini á Hálsi í Havn

Næstu trý árini verður Flogbóltssamband Føroya vertur fyri árligu NEVZA kappingini. Annaðhvørt ár er kappingin undankapping til U20 Eurovolley kappingina, og annaðhvørt ár er kappingin ein vanlig NEVZA kapping. Føroyar, Ísland, Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark og Ongland hava møguleika at luttaka.

Í ár er kappingin ein vanlig NEVZA kapping og komandi ár, verður talan um eina Eurovolley undankapping.

Føroysku liðini hava fyrireikað seg í eina tíð og eru bæði liðini fyri kvinnur og fyri menn nú úttikin.

Venjararnir hjá U19 kvinnunum, Ragnar í Haraldstovu og Hanna Andriasdóttir Olsen, hava úttikið hesar 12 leikararnar til kappingina:

Nicola Toftegaard, Saranja Mouritsen, Bára Leonsson Mouritsen, Marita Heinadóttir, Osla Johannesen, Maria Teresa Vitalis, Arina Joensen, Sofía Weihe Simonsen, Anja Sólja Niclasen, Ása Thorkildshøj, Ranja Jóhannesdóttir Magnussen og Miriam Johannesen (vantar á myndini).

Venjararnir hjá U19 monnunum, Boban Ilic og Oleksandr Dmytriiev hava úttikið hesar 12 leikararnar til kappingina:

Tóki í Haraldstovu, Filip Ilic, Elias Ellingsgaard Petersen, Vuk Ilic, Róar í Haraldstovu, Adrian Lind Jacobsen, Árni Lamhauge Mohr, Óli Kluftá Hvítklett, Hákun Nón, Rani Ákason (vantar á myndini), Silas Poulsen (vantar á myndini) og Lukas Poulsen (vantar á myndini)

Føroyski U19 kvinnurnar leggja fyri fríggjadagin kl. 10.00, tá tær møta Noregi. U19 menninir leika sín fyrsta dyst fríggjadagin kl. 13.00 ímóti Svøríki.