UEFA kunngjørdi í ár eina nýggja kappingarskipan við 32 liðum, har 8 tey bestu fara beinleiðis víðari til 1/8 finalurnar, meðan nummar nýggju til 24 vinna seg til 1/16 finalurnar.
Manningin hjá Unai Emery er byrjað væl hetta kappingarárið og liggur í løtuni á fjórða plássi í Premier League við 17 stigum.
Í Champions League sær eisini gott út hjá felagnum úr Birmingham, ið eftir triðja umfari liggur fremst við fullum stigatali. Aston Villa vann 2-0 í gjár á heimavølli móti Bologna og legði seg somuleiðis á odda í nýggju kappingarskipani.
Aston Villa legði seg á odda í 55′ minutti við máli frá John McGinn og løtu seinni tryggjaði Jhon Durán sigurin eftir uppleggi frá Morgan Rogers.
Oddaliðið í Premier League, Liverpool, hevur eisini fult stigatal eftir trimum dystum, men Aston Villa hevur betri málúrtøku. Liðini hittast fyri fyrstu ferð í ár, á Anfield tann 9. novembur.
Aston Villa fer tó longu aftur í eldin leygardagin, tá Bournemouth kemur á vitjan í 9. umfar av Premier League.