Ársins Málverji 2024 – tilnevningar

Skrivað

Jónas Ákason

Dagfesting

Mánakvøldið vann Emiliano Martínez Yashin-heiðurin og endurvann sostatt heitið sum heimsins besti málverji. Komandi mikukvøld finna vit útav, hvør er Ársins Málverji 2024 hjá monnum í Føroyum.

Hesir eru tilnevndir:

Tórður Thomsen, B68

Tórður hevur verið støðugt góður í ár. Hann hevur latið lutfalsliga fá mál inn á einum liði, ið ikki skorar nógv mál.

Tórður hevur vart málíð hvønn minutt og hevur latið níggju færri mál inn enn niðurflytarin úr Skála, ið hevur skotið fleiri mál enn B68. Tí hava bjargingar hansara, millum annað dupult bjargingin í seinasta umfari, havt stóran týdning fyri at B68 til endans verður at síggja í bestu deildini komandi ár.

Tórður varð valdur til besti leikara í septembur og er einasti málverji hetta kappingarárið, ið hevur megnað tað.

  • Tórður lat 48 mál inn, samanborið við hagtøl frá Wyscout, sum siga at B68 átti at latið 50 mál inn.

Teitur Matras Gestsson, HB

Hóast darvaður av skaðum, ið møguliga hava gjørt at hann ikki hevur havt eins góðan møguleika at vísa seg á landsliðnum, hevur Teitur staðið 24 dystir aftanfyri einari skiftandi verjuketu. Tó hevur liðskiparin og ein av stóru røddunum á liðnum megnað at verið støðugt góður yvir teir 24 dystirnar fyri HB. Teitur hevur staðið í mál í einum venjingardysti fyri landsliðið, tá Føroyar vunnu 4-0 á Liktenstein.

Leygardagin, møtir HB grannunum úr B36 í finaluni um Løgmanssteypið, tá verður Teitur ein av grundarsteinunum til at HB hevur møguleikan at lyfta steyp nummar 30.

  • Teitur hevur latið 23 mál inn, samanborið við, at hagtøl frá Wyscout, siga, at HB átti at latið 32 mál inn.

Mark Jensen, KÍ

Mark hevur nú leikt sítt fyrsta kappingarár í Føroyum og hevur víst góðar dygdir. Hóast KÍ keypti ein stóran profil úr 07 Vestur í fjør, ið eisini er fastur málverji á U-21 landsliðnum, hevur Mark megnað at varðveitt plássið millum stengurnar.

Umframt góð avrik í Betri Deildini, helt Mark eisini málið reint í tveimum umførum móti Differdange 03.

  • Mark hevur latið 24 mál inn, samanborið við, at hagtøl frá Wyscout siga, at KÍ átti at latið 27 mál inn í ár.

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Bárður og Víkingur hava bert latið 14 mál inn í 27 dystum hetta kappingarárið í Betri Deildini, ið svarar til 0.52 mál per dyst.

Hóast framúr verjuavrik frá Víkingaverjuni sum heild í ár, hevur Bárður sannliga víst at hann roknast millum bestu málverjar í Føroyum hetta kappingarárið. Hann eigur ein týðandi leiklut í, at Víkingur er Føroyameistari fyri fyrstu ferð síðan 2017. Undan kappingarbyrjan, høvdu flest helst væntað, at Bárður var triðja val á landsliðnum, men umstøður hava gjørt, at Bárður hevur fingið møguleikan sum fyrsta val og hevur so dyggiliga tikið av.

  • Bárður hevur latið 14 mál inn, samanborið við, at hagtøl frá Wyscout siga, at Víkingur átti at latið 20 mál inn.

Eysturkommuna handar heiðurin til Ársins Málverji 2024.

Í morgin verða tilnevningarnar til Ársins Verjuleikari 2024 kunngjørdar.

Hesi stuðla Ársins Leikari 2024:

Hilton Garden Inn
FSF
Atlantic Airways
JFK
Mowi
Kramm
Betri
LÍV
Jysk
Wenzel
JP Byggivirkið
Giljanes Bussar
BEPRO

Niels L. Arge
Fílurin
Norðoya Sparikassi
Runavíkar Kommuna
Eysturkommuna

Tórshavnar Kommuna
Klaksvíkar Kommuna

Nes Kommuna
Fuglafjarðar Kommuna