IK Sävehof við Óla Mittún og Ísaki Vedelsbøl á liðnum vann í kvøld fyrsta sigurin í EHF European League hetta kappingarárið. Úrslitið gjørdist 30-26 á heimavølli móti FH úr Íslandi.
Fyrri hálvleikur var sera javnur. Leiðslan skiftist millum liðini, og í hálvleikinum var støðan 16-13.
Sävehof helt fast um leiðsluna allan seinna hálvleik, og vunnu at enda 30-26. Harvið vóru tey fyrstu stigini í European League komin til høldar
Á heimasíðuni hjá Sävehof rósar høvðusvenjarin, Linus Ekman Ísaki Vedelsbøl fyri at spæla ein frálíkan dyst. Ísak gjørdist eisini dagsins leikari.
Ísak og ÓIi skoraðu fimm mál hvør.
Mynd: IK Sävehof