19 ára gamli málverjin av Velbastað, Gunnvá Lützen spældi sunnudagin sín fyrsta landsdyst fyri kvinnulandsliðið í fótbólti. Hon spældi allan dystin, og stóð sambært heimasíðuni hjá fótbóltssambandinum ein góðan dyst, tá ið Føroyar vunnu 2-1 á Litava í dysti í Baltic Cup.
Á FaroeSoccer sæst, at Gunnvá blaðung einans 15 ára gomul spældi sín fyrsta dyst á besta kvinnuliðnum hjá HB. Árið eftir spældi hon fleiri dystir, og í júst lidna kappingarárinum hevur hon havt fast pláss millum stengurnar hjá HB og spælt nærum allar dystirnar.
Gunnvá hevur eisini verið føst fús á øllum unglingalandsliðum seinastu árini. Hon hevur spælt 2 ferðir á U15 landsliðnum, 5 ferðir á U17 landsliðnum og tað er vorðið til 13 U19 landsdystir.
Mynd: fsf.fo – Brynhild Absalonsen