Vestmannakvinnur runnu frá StÍF

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

SMS Kvinnur
VÍF- StÍF 29-19 (15-10)

StÍF náddi at fáa nøsina fram um 3-1, áðrenn VÍF svaraði aftur. StÍF spældi frá byrjan long álop, og tær máttu stríðast fyri at koma gjøgnum verjuna hjá VÍF, sum arbeiddi hart. Skotmøguleikarnir, sum StÍF tók, vóru ofta ikki meira enn hálvir, og góði málverjin hjá VÍF, Ida Mai Nielsen, hevði ofta lætt at bjarga.

Hinvegin so gekk sera skjótt, tá ið VÍF fór í álop. Flestu málini komu upp á beinleiðis skjótálop, og tá ið beinleiðis skjótálop ikki riggaði, so kom alt liðið við við miklari ferð fram eftir vøllinum og legði stórt trýst á verjuna hjá strandakvinnum. Fríða Nolsøe Olsen breyt við ferð gjøgnum á vinstra bakki, Agnas Funn spældi vengirnar Rakul Borgarlíð Joensen og Ingibjørg Olsen leysar til fleiri mál, og sjáldan vardu álopini hjá VÍF longri enn nøkur fá sekund.

StÍF stríddist við at hanga í eina løtu til støðuna 9-8, tá ið 17 minuttir vóru spældir. Men tá ið Poula Dulavík Berg og Guðrið Ellingsgaard brendu hvør sítt brotskast fór VÍF frá, og seks minuttir seinni var støðan 14-9 til VÍF.

Seinstu minuttirnir av fyrra hálvleiki var ikki so nógv skil á, og millum annað fekk VÍF tvær útvísingar. Munurin helt sær á fimm málum, og stóð 15-10 á máltalvuni í hálvleikinum.

Málmunurin helt sær fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. StÍF hevði møguleika at koma niður á fýra, men so brendi Josefine Dyring sum tann triðja hjá StÍF eitt brotskast. 18-13 stóð, tá ið átta minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki.

VÍF var rímiliga hart rakt av útvísingum í dystinum, meðan StÍF onga fekk fyrr enn í seinastu sekundunum. Møguliga var tað tað ein av hesum útvísingum, sum Rannvá Olsen hjá VÍF fekk, sum hjálpti StíF at koma niður á fýra mál.

Eina lítla løtu sá tað út til, at tað var tað StÍF, sum spældi skjótan hondbólt, meðan álopið hjá VÍF var heldur stirvið. Fríða Nolsøe Olsen, sum spældi ein sera góðan dyst, helt tó við tveimum málum á rað VÍF frammanfyri við fimm málum.

Eftir eitt leikbrá setti VÍF ferðina upp áftur, og so gekk aftur skjótt fyri seg. VÍF fór upp á 24-16, tá ið 51 minuttir vóru spældir, og tað kundi enntá verið upp aftur verri hjá StÍF, tí VÍF missnýttu eisini fleiri púra leysar møguleikar.

Endin varð, at VÍF vann við tíggju málum 29-19, og sigurin vísir tann munin, sum er á hesum báðum liðunum í løtuni. VÍF hevur ein sterkari hóp, og so síggja tær eisini út til at vera væl fyri at spæla skjótan hondbólt.

Fyri VÍF skoraði Fríða Nolsøe Olsen 10 mál, og hjá StÍF gjørdist Josefine Dyring toppskjútti við 6 málum.

Dysturin á Handballstatz

Dómaraseðil á hsf.fo

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil724814110714
H7162021584410
VÍF5136104328
StÍF7154174-206
Neistin6134145-115
EB7165213-483
VB6142191-492
Stjørnan6144199-552