Burn menn
VÍF- Kyndil 35-33 (14-12)
Tað var nógv ferð á frá byrjan, tá ið menninir hjá VÍF tóku móti Kyndli í høllini i Vestmanna. Skjótálopini skolaðu aftur og fram fyrstu løtuna. Men kanska var ferðin ov skjót, tí málskjótingini fylgdi ikki ordiliga við.
VÍF, sum hevur fleiri nýggjar ungar mans á liðnum í ár, spældi sera skjótan hondbólt. Millum annað vísti 18 ára gamli spældeilarin, Fríði Holm í Innistovu, sera góðar taktir á miðjuni.
Eisini sær út til at Dánjal Ragnarsson er um at finna á rætta lagið, eftir at hann ikki ordiliga vísti síni evnir, tá ið hann kom heim úr Íslandi til VÍF seinasta kappingarár. Fleiri ferðir høgdi hann bóltarnar í málið. Kvika spælið gav eisini úrslit, og VÍF førdi 8-4, tá ið eitt korter var spælt.
Kyndil gavst tó ikki so. Teir strammaðu í í verjupartinum, og Tórður Guttesen í málinum tók nøkur skot. Í hinum endanum kom Tobias Thisen inn og høgdi trý skot í málið, og so var støðan 9-7.
VÍF helt seg framman fyri allan fyrra hálvleik, men tað vóru kyndilsmenn, sum høvdu lættast við at fáa bóltin í málið seinastu tíggju minuttirnar fyri hálvleik. Framhaldandi var tað Tobias Thisen, sum vísti stórspæl.
Kyndil hevði eisini gott fatt í verjupartinum. Tað er ein fragd, at síggja verjuspælið hjá heimafturvenda, Róki Akralíð, sum saman við unga Erlingi Erlendsson helt verjuni hjá Kyndli saman. Verjuspælið gav tó ikki ordiliga úrslit, og tað eydnaðist tó VÍF at skora tey neyðugu málini til at halda seg frammanfyri 14-12 í hálvleikinum.
VÍF byrjaði eisini seinna hálvleik betri, og tá ið sjey minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, var støðan 21-15 til VÍF. Mladen Mjerimacka stóð væl í málinum hjá VÍF, og Kyndil orkaði ikki at fylgja við skjótálopunum hjá VÍF.
Kyndil bardist manniliga fyri at hanga í, og teir fingu ein góðan møguleika at nærkast VÍF, tá ið Sjúrður Olsen hjá VÍF fekk eina útvísing. Tað hjálpti tó lítið, tí VÍF vann yvirtalsstøðuna, og tá ið eitt korter var spælt stóð 28-20 til VÍF.
Kyndil gjørdi eina seinastu roynd, og kom niður á fimm mál. Men so traðkaði Mladen Mjerimacka í málinum til við tveimum bjargingum, og VÍF helt stand.
Kyndil hálaði fleiri mál inn móti endanum, og úrslitið gjørdist 35-33.
Samanumtikið ein góður dystir, har Kyndil ikki orkaði at fylgja við kvika spælinum hjá nýggja spennandi liðnum hjá VÍF. Eitt sindur løgið, at Kyndil ikki royndi at taka ferðina meira úr dystinum, tí teirra leikarar eru heldur tyngri og seigligari enn vestmenningarnir.
Hjá VÍF vóru fleri, sum skutu nøkur mál, og toppskjútti var Sjúrður Olsen 8 mál. Hjá Kyndli var Tobias Thisen suverenur toppskjútti við 13 málum.
