Ein spildurnýggjur og sera framkomin Høgaberg er nú so gott sum liðugt bygdur og kemur væntandi á Fuglafjørð til jóla, upplýsir reiðaríið Framherji.
Tað 88 metur langa uppsjóvarskipð er bygt á Karstensens skipasmiðjuni og liggur í løtuni í Skagen, har síðsta hond verður løgd á nýbygningin. Tann samlaði kostnaðurin verður umleið 330 milliónir krónur, sambært Anfinn Olsen, ið saman við Elisabeth Eldevig eigur Framherja.
Skipið er munandi størri enn tann fyrri Høgaberg, sum Framherji herfyri seldi.
“Vit fingu eitt gott boð upp á tann fyrra og valdu at selja,” segði Anfinn Olsen við FM1.
Talan var ikki um nakað gamalt skip, men støddin gjørdi at hann ikki var egnaður til at fiska svartkjaft. Tað var heldur ikki ætlanin upprunaliga, og tann partin hevur Fagraberg klárað fyri Framherja. Ídag er tó støðan broytt nakað við kvotum og øðrum, umframt at Fagraberg er við at eldast og er rættiliga slitin.
Fiskiskapurin eftir svartkjafti krevur rættiliga nógv av skipunum, bæði hvat viðvíkur nøgdum og tá tað kemur til veðurlíkindi.
“Svartkjafturin er okkara størsti stovnur og verður fiskaður í ringastu árstíð,” vísti reiðarin á. “Tað merkir at tað er ofta sjaskveður ella illveður har, og tað ger tað ikki lættari at fiskaríið fer fram rættiliga langt burturi frá landi. So svartkjafturin setir øgiliga stór krøv til tann sum skal fiska hann. Tað ber tað snøgt ikki til at fáast við tað fiskaríið uttan við rættiliga stórum og munadyggum skipum. Og skulu vit framhaldandi taka lut í tí vinnuni, mugu vit eisini fylgja við tíðini.”
Tann nýggi Høgaberg er serliga gjørdur til at fiska makrel, sild og svartkjaft.
“Skipið hevur alla ta nýggjastu tøknifrøðina fyri at tryggja bestu vørudygd og fyri at fara so væl um umhvørvið sum møguligt. So har er nógv elektriskt og nógvar hybrid skipanir fyri spøl og annað. Tað grøna gongur aftur allan vegin, eitt nú við orkusparing, og tøknifrøðin er heilt ótrúliga framkomin. Hetta er eitt fantastiskt skip.”