Sáttmálasamráðingarnar millum Starvsfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála eru slitnaðar, boðar Starvsfelagið frá.
Partarnir løgdu síni krøv fram 8. oktobur, og síðani hava seks samráðingarfundir verið millum partarnar.
Samráðingarnar hava gingið væl, men tá tað sá út til at koma á mál, kom stígur í, og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið boðsendu semingsstovninum.