Tveir teir fyrstu dystirnir á útivølli

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hósdagin gjørdist greitt, at føroysku fótbóltskvinnurnar komu í bólk saman við Slovakia, Moldova og Gibraltar í Nations League bólki C1.

Aftaná lutakastið settu umboð fyri londini seg saman at samráðst um eina leikskrá, og nú er komið upp á pláss, hvussu spælt verður.

Leikskráin
21. februar. Slovakia – Føroyar
25. februar Gibraltar – Føroyar
4. apríl Føroyar – Moldova
8. apríl Føroyar – Gibraltar
30. mai Moldova – Føroyar
3. juni Føroyar – Slovakia

Mynd: FSF – Jacobs Svensdóttir