Danin Allan Drost skal venja KÍ-kvinnur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

49 ára gamli danin Allan Drost verður komandi tvey árini høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum og næstbesta mansliðnum hjá KÍ. Tað boðar KÍ frá.

Allan hevur drúgvar royndir í kvinnufótbólti, og hevur verið høvuðsvenjari hjá Kolding IF og FC Thy-Thisted Q, har hann vann steypakappingina í 2021. Hann hevur eisini verið U18 høvuðsvenjari hjá OB.

Frammanundan hevur Allan verið elituvenjari í Vejle BK og hjálparvenjari í Joinville EC í Brasil. Hann hevur hægstu venjaraútbúgvingina UEFA Pro-licens og UEFA Elite Youth A-útbúgvingina, sum er serliga viðkomandi fyri arbeiðið við ungu KÍ-arunum.

– Vit hava leitað eftir einum venjara við royndum og førleikum til at lyfta kvinnurnar upp aftur á ovastu rók og hjálpa ungu KÍ-arunum við at gerast klárir til Betrideildarfótbólt, sigur Jonas Nielsen, akademistjóri hjá KÍ.

Allan Drost flytur til Klaksvíkar fyrst í januar og gleðir seg til avbjóðingina.
Vit skulu tora at droyma stórt og arbeiða hart og eyðmýkiliga, sigur hann.