Landsliðsleikarin í hondbólti, 29 ára gamla Turið Arge Samelsen, boðar í dag á Instagram frá, at hon gevst á landsliðnum
Fyri nøkrum døgum síðan, visti Turið Arge Samuelsen ikki ordiliga, hvat hondbóltsframtíðin hevði at bjóða. Men nú boðar hon frá, at hon gevst á landsliðnum.
Á Instagram skrivar Turið Arge Samuelsen soleiðis:
– Basel var ein sigur fyri kvinnuítróttin. Hvør løta var til allar gentur, ið droyma um at røkka langt. Einaferð var alt hetta bert ein dreymur í huga – í dag er tað veruleiki.
– Hetta var tann vakrasta endin, ið eg kundi fáa. Mín landsliðsyrkisleið endar her, men Basel er bert byrjanin fyri føroyska kvinnulandsliðið.
– Ein serlig tøkk til okkara ótroyttiligu áskoðarar. Tit geva luft undir veingirnar.
– Takk fyri meg – og takk fyri at eg slapp at vera við.
Fyri nøkrum døgum síðan skrivaði FM1 hesa greinina um Turið Arge Samuelsen: