Keyp atgongumerki at síggja hondbóltsmenninar í Niðurlondum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hondbóltssamband Føroya boðar á heimasíðu síni frá, at nú ber til at keypa atongumerki til EM-undandystin, sum manslandsliðið spælir á útivølli móti Niðurlondum, sunnudagin tann 16. mars 2025 klokkan 15.00.

Tey sum ynskja at tryggja sær lut í føroysku atgongumerkjunum, kunnu tit boða frá á hsf@hsf.fo, og skulu viðmerka, hvussu nógv atgongumerki tit ynskja sær. Kostnaðurin fyri hvørt atgongumerki er 200 krónur.

Hondbóltssambandið fær tillutað 500 atgongumerki til dystin í Niðulondum og hevur longu fingið fleiri fyrispurningar um atgongumerki til dystin.

Dysturin millum Niðurlond og Føroyar verður leiktur í Topsportcentrum høllini í Almere, ið liggur 25 kilometrar uttanfyri Amsterdam.

Heimadysturin ímóti Niðurlondum verður leiktur mikudagin 12. mars 2025 klokkan 19.00 við Tjarnir. Atgongumerkini til heimadystin koma til sølu fyrst í 2025.