Norsku kvinnurnar vunnu aftur móti Danmark

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fyrradagin vóru føroysku kvinnurnar slignar úr EM-endaspælinum kvinnuhondbólti, tá ið tær taptu 33-24 í seinasta dystinum í bólkaspælinum. Í dag vóru so fyrstu dystirnir í millumbólkaspælinum.

Trý Norðurlond eru framvegis við í EM-endaspælinum, og seinnapartin í dag vann Svøríki 33-25 móti Póllandi í bólki 1.

Í bólki 2 spældu Danmark og Noreg móti hvør øðrum. Danmark hevur bara vunnu tvær ferðir móti Noreg í tíggju ár, og aftur í kvøld vann Noreg 27-24, eftir at hava verið nøkur mál frammanfyri meginpartin av dystinum

Úrslini í dag:

Bólkur 1:
Niðurlond – Slovenia 26-22
Svøríki – Pólland 33-25
Sveis – Týskland 27-36

Bólkur 2:
Danmark – Noreg 24-27
Ungarn – Montenegro 26-20
Frakland – Rumenia 30-25

Her síggjast samandráttir frá dystunum:


Stigatalva Bólkur 1

DVJTMálStig
1. Frakland220065-474
2. Ungarn220058-454
3. Svøríki210158-572
4. Montenegro210147-512
5. Rumenia200250-570
6. Pólland200247-680


Stigatalva Bólkur 2

DVJTMálStig
1. Niðurlond220055-444
2. Noreg220060-504
3. Danmark210159-572
4. Týskland210158-562
5. Slovenia200248-590
6. Sveis200257-710