U19 gentur taptu allar tríggjar dystirnar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

U19-genturnar hjá Føroyum hava spælt EM-undankapping í Serbia, og tær taptu allar tríggjar dystirnar greitt. Tær taptu 6-1 móti Serbia, 7-1 móti Eysturríki og 4-0 móti Kekkia. Tað skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðu síni.

Venjarin, Sigtór Petersen, er tó errin av sínum gentum, tí mótstøðan var sera sterk.
Sjálvt um mótstøðan var sera sterk, so góvu tær ongantíð upp, men stríddust allar dystirnar á tamb, sigur hann. Hann ásannar tó eisini, at tað var ov lætt at skora ímóti teimum

Tað gjørdist somuleiðis greitt, at tá ið genturnar fluttu seg úr deild B upp í deild A, gjørdist mótstøðan munandi sterkari.

Í fyrsta dystinum skoraði Brá Zakariasardóttir fyri Føroyar móti Serbia, meðan Sólja Ernstdóttir skoraði móti Eysturríki.

– Sjálvt um vit hesaferð skuldu spæla í deild A, so royndu vit at spæla álopsfótbólt. Ikki óvæntað kostaði tað eitt sindur í verjupartinum, men vit megna at skora tvey mál, sigur Sigtór Petersen.

Mynd: Spælarar, venjarar og toymið rundan um liðið uttan fyri fótbóltsdepilin hjá serbiska fótbóltssambandinum, ið er staðsett í býnum Stara Pazova – Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir