SMS-deildin
VB – VÍF 18-34 (7-17)
Sum væntað vunnu kvinnurnar hjá VÍF lættliga móti VB í Vági í kvøld.
VB fylgdi við í nakrar minuttir, men so fór VÍF stútt og støðugt frá, og í hálvleikinum var 17-7 til VÍF Munurin helt fram at økjast allan seinna hálvleik, og VÍF vann dystin 34-18.
Krista Mohr Leo skoraði seks ferðir fyri VB. Hjá VÍF skoraði Fríða Nolsøe Olsen 11 ferðir.
VÍF er á triðja plássið við 14 stigum. VB er næstaftast við tveimum stigum
Hagtøl frá dystinum á handballstatz.com
Dómaraseðil á hsf.fo
Stigatalva í SMS-deildini
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 9 | 316 | 182 | 134 | 18 |
H71 | 8 | 279 | 209 | 70 | 14 |
VÍF | 8 | 258 | 169 | 89 | 14 |
Neistin | 9 | 230 | 225 | 5 | 9 |
StÍF | 8 | 167 | 210 | -43 | 6 |
EB | 9 | 217 | 290 | -73 | 3 |
VB | 9 | 212 | 309 | -97 | 2 |
Stjørnan | 8 | 186 | 271 | -85 | 2 |
Dómaraseðil:
