Fredrikstad við føroysku landsliðsleikarunum, Jóannesi Bjartalíð og Brandi Hendriksson Olsen á liðnum er norskur steypavinnari, eftir at teir vunnu móti Molde, eftir umdyst og brotssparkskapping.
Bæði Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson Olsen skoraðu í brotssparkskappingi. Báðir sendu málmannin skeivan vegin og rullaðu bóltin í málið.
120 minuttur og brotssparkskapping mátti til, áðrenn norska steypafinalan var avgjørd. Liðini vóru sera jøvn, og bert heilt fáir møguleikar vóru í dystinum og í umdystinum.
Jóannes Bjartalíð spældi allan dystin, meðan Brandur Hendriksson Olsen kom inn, tá ið helvtin var spæld av umdystinum. Hetta var seinasti dysturin hjá Brandi Olsen fyri norska felagið.
Í longdu leiktíðini í umdystinum, varð Brandur Olsen feldur í brotsteiginum eftir eitt hornaspark, men dómarin dømdi einki, og VAR broytti ikki støðuna. Eisini rakti Fredrikstad yvirleggjaran beint, áðrenn seinasta bríksl.
Jóannes Bjartalíð skeyt nógvar deyðbóltar hjá Fredrikstad, men góðskan var ikki serliga góð, og lítið spurdist burturúr.
Mynd av Facebooksíðuni hjá Fredrikstad – Jóannes hevur júst sent brotsspark í málið