Tórður Thomsen heldur fram í B68

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

B68 boðar frá, at Tórður Thomsen verður aftur í málinum hjá felagnum í 2025.

Farna kappingarár vardi hann sambært FaroeSoccer málið hjá B68 í 25 av teimum 27 dystunum og hevði ein týðandi leiklut í, at felagið ikki flutti niður. Hann hevði eitt sera gott kappingarári, og var valdur besta leikara í Betrideildini í septembur.

38 ára gamli málverjin hevur spælt fleiri enn 400 dystir á hægsta støði, harav 371 í bestu deildini. Hetta verður hansara triðja kappingarár á Svangaskarði. Tórður Thomsen hevur áður spælt við NSÍ, B36, HB, AB og ÍF.