Undan hesum kappingarárinum vóru ikki nógv, sum høvdu væntað, at Chelsea fór at gera nakað serligt um seg í Premier League hetta kappingarárið. Nógv órógv hevur verið í felagnum seinnu árini, og júst, tá ið Mauricio Pochettino sá út til at hava fingið skil á skil á liðið móti endanum av seinasta kappingarárið, varð hann sendur til hús.
Les eisini um dystirnar leygardagin: Bæði liðini úr Manchester mistu stig
Nýggi venjarin, Enzo Maresca, hevur tó higartil gjørt øllum daprum spádómum til skammar, og eftir 4-3 sigurin í dag móti Tottenham, er Chelsea tað liðið, sum sær út hótta oddaliðið Liverpool mest.
Í dagsins dysti móti Tottenham, var tó lítið, sum bendi á ein sigur, tá ið tólv minuttir vóru spældir. Støðan var tá 2-0 til Tottenham, Domenic Solanke og Dejan Kulusevski høvdu skorað málini.
Jadon Sancho setti tó skjótt spenning í dystin aftur, og í seinna hálvleiki javnaði Cole Palmer við brotsparki, áðrenn Enzo Fernández legði Chelsea fram um. Cole Palmer sendi enn eitt brotsspark í málið til 4-2, áðrenn Heung-min Son minkaði til 4-3 langt inni í yvirtíðina.
Chelsea er á øðrum plássi, 4 stig aftanfyri Liverpool, sum tó hevur spælt ein dyst færri, eftir at dysturin móti Everton leygardagin var útsettar av vánaligum veðri.
Arsenal snávaði aftur
Umvent av Chelsea, so væntaðu tey flestu nógv av Arsenal undan kappingarárinum. Men fleiri vánalig úrslit hava tó gjørt, at teir eru nøkur stig aftanfyri oddaliðið Liverpool. Síðan norski liðskiparin, Martin Ødegaard, kom aftur frá skaða hevur tó aftur gingið rættan vegin.
Í dag misti Arsenal so aftur týðandi stig, tá ið teir spældi 1-1 úti móti Fulham. Arsenal hevði alt spælið, men tað var Raúl Jiménez, sum legði Fulham fram um.
William Saliba javnaði stutt eftir hálvleik, og Arsenal hevði eisini bóltin í málinum einaferð afturat, men málið var kolldømt fyri rangstøðu, og fleiri mál komu ikki á Craven Cottage.
Úrslit í Premier League hetta vikuskiftið
Leygardagin
Everton – Liverpool (útsettur)
Aston Villa – Southampton 1 – 0
Brentford – Newcastle 4 – 2
Crystal Palace – Manchester City 2 – 2
Manchester United – Nottingham Forest 2 – 3
Sunnudagin
Fulham – Arsenal 1 – 1
Ipswich – Bournemouth 1 – 2
Leicester – Brighton 2 – 2
Tottenham – Chelsea 3 – 4
Mánakvøldið
Kl. 20.00 West Ham – Wolverhampton
Stigatalvan í Premier League
D | V | J | T | Mál | Stig | ||
1 | Liverpool | 14 | 11 | 2 | 1 | 29 – 11 | 35 |
2 | Chelsea | 15 | 9 | 4 | 2 | 35 – 18 | 31 |
3 | Arsenal | 15 | 8 | 5 | 2 | 29 – 15 | 29 |
4 | Manchester City | 15 | 8 | 3 | 4 | 27 – 21 | 27 |
5 | Nottingham Forest | 15 | 7 | 4 | 4 | 19 – 18 | 25 |
6 | Aston Villa | 15 | 7 | 4 | 4 | 23 – 23 | 25 |
7 | Brighton | 15 | 6 | 6 | 3 | 25 – 22 | 24 |
8 | Bournemouth | 15 | 7 | 3 | 5 | 23 – 20 | 24 |
9 | Brentford | 15 | 7 | 2 | 6 | 31 – 28 | 23 |
10 | Fulham | 15 | 6 | 5 | 4 | 22 – 20 | 23 |
11 | Tottenham | 15 | 6 | 2 | 7 | 31 – 19 | 20 |
12 | Newcastle | 15 | 5 | 5 | 5 | 19 – 21 | 20 |
13 | Manchester United | 15 | 5 | 4 | 6 | 19 – 18 | 19 |
14 | West Ham | 14 | 4 | 3 | 7 | 18 – 27 | 15 |
15 | Everton | 14 | 3 | 5 | 6 | 14 – 21 | 14 |
16 | Leicester | 15 | 3 | 5 | 7 | 21 – 30 | 14 |
17 | Crystal Palace | 15 | 2 | 7 | 6 | 14 – 20 | 13 |
18 | Ipswich | 15 | 1 | 6 | 8 | 14 – 27 | 9 |
19 | Wolverhampton | 14 | 2 | 3 | 9 | 22 – 36 | 9 |
20 | Southampton | 15 | 1 | 2 | 12 | 11 – 31 | 5 |