Eliesar venja kvinnurnar hjá B36

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eliesar Olsen verður høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðinum hjá B36 í 2025 og 2026. Hann hevur skrivað undir sáttmála í kvøld. Tað boðar B36 frá

Eliesar Olsen er 35 ár, men hevur longu drúgvar royndir sum venjari. Seinastu árini hevur hann verið høvuðsungdómsvenjari í EB/Streymi.

Bara 24 ára gamal flutti hann saman við barndómsfelagnum Skála upp í bestu deildina í 2013, har hann eisini fekk seg royndan árið eftir. Eliesar Olsen hevur eisini fyrr verið høvuðsungdómsvenjari á Skála.

Uppgávan í B36 er spennandi. Kósin fyri framtíðina verður nú sett við fleiri ungum og spennandi spælarum, og Eliesar Olsen verður sum høvuðsvenjari ein umráðandi partur av einum teimum langtíðarætlanunum.