EM-lutakast verið hjá U19- og U19-gentum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Lutakast var í síðstu viku í sambandi við EM-undankappingarnar hjá U17-gentum og U19-gentum í fótbólti. Kappingarnar verða spældar í mars og apríl komandi ár. U17 genturnar møta Írlandi og Litava, meðan U19 genturnar komu í bólk saman við Estlandi, Kupros og Moldova


U17 genturnar komu í bólk B5, og har skulu Føroyar møta Írlandi og Litava. Kappingin verður í Litava frá 12.- til 15. mars.

Fyri U17 genturnar er undankappingin í mars samstundis góð fyrireiking til EM-endaspælið, sum verður í Føroyum frá 4.- til 17. mai.

Lutakastið hjá U19 gentunum háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu komu í bólk B2, og har skulu vit møta Estlandi, Kýpros og Moldova. Kappingin verður í Moldova í døgunum 1.- til 7. apríl.