StÍF má helst vinna við seks málum í Hoyvík

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í kvøld verða fýra hondbóltsdystir í Faxe Kondi steypakappingini spældir, tríggir hjá monnum og ein hjá kvinnum.

Menn bólkur 1:
Kl. 20.00 Neistin – H71 2
Kl. 20.00 VÍF – KÍF

Menn bólkur 2:
Kl. 20.00 H71 – StÍF

Kvinnur bólkur 1:
kl. 18.00 VÍF – VB

Hjá monnum er mest spenningur í bólki 2. Vinnur Kyndil, sum øll vænta móti Team Klaksvík, og StíF samstundis klárar at vinna móti H71 í Hoyvík, so enda Kyndil, H71 og StÍF øll á 4 stigum.

Í tí førinum verður endaliga støðan avgjørd við innanhýsis úrslitum millum hesi trý feløgini. Tað merkir, at StÍF helst má vinna við seks málum, um teir skulu tryggja sær pláss í hálvfinalunum, og so missir H71 sítt pláss.

Vinnur StÍF við júst fimm málum, so enda øll trý feløgini jøvn við málmuninum null, og so verður er tað talið á skotnum málum sum er avgerandi, og tá verður roknstykkið eitt sindur torskildari. Vinnur StíF 27-22, enda StÍF og Kyndil púra jøvn innanhýsis við málunum 53-53.


Í bólki 1 hjá monnum eru VÍF og KÍF komin hálvfinalurnar, og júst tey møtast í Vestmanna at spæla um, hvør vinnur bólkin.

Dystirin millum Neistan og H71 2 hevur ongan týdning.


Hjá kvinnunum tekur VÍF móti VB í bólki 1. VÍF tapti fyrst dystin fyri Kyndli og VB tapti fyri H71. Tí er bæði liðini tvungin at vinna fyri at hava møguleika at koma víðari. Sum útslitini hava lagað seg higartil, má takast sum givið, at VÍF vinnur dystin.


Faxe Kondi menn bólkur 1

DystirVunnin málTapt málMunurStig
VÍF27643334
KÍF25846124
Neistin25065-150
H71 223969-300


Faxe Kondi menn bólkur 2

DystirVunnin málTapt málMunurStig
H7127741364
Kyndil2535302
StÍF2575252
Team Klaksvík24081-410


Faxe Kondi kvinnur bólkur 1

DystirVunnin málTapt málMunurStig
H7113916232
Kyndil1292362
VÍF12329-60
VB11639-230