Skulu vinna á Litava fyri at koma til HM

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu spæla tveir dystir móti Litava um at koma til HM-endaspælið, sum verður í Niðurlondum og Týsklandi frá 26. novembur til 14. desembur 2025.

Litava verður mett sum eitt land, sum føroysku hondbóltskvinnurnar hava góðan møguleika at vinna móti

Fyrri dysturin hjá Føroyum verður spældur í høllini við Tjarnir 9.- ella 10. apríl 2025 og seinni dysturin verður spældur í Litava 12.- ella 13. apríl.

Lutakastið var í dag, og teir 11 avgerandi dystir fyri at spæla seg til HM eru hesir.

  • Føroyar – Litava
  • Ísland – Ísrael
  • Eysturríki – Turkaland
  • Kroatia – Spania
  • Kekkia – Ukraina
  • Slovenia – Serbia
  • Portugal – Montenegro
  • Svøríki – Kosovo
  • Pólland – Norðurmakedonia
  • Italia – Rumenia
  • Sveis – Slovakia

Dystirnar verða spældir sum avgerandi dystir. Fyrri dysturin verður 9./10. apríl 2025 og seinni dysturin 12./13. apríl.