EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við 25 ára gamla Mórit Heina Mortensen, sum higartil bert hevur umboðað barndómsfelagið NSÍ. Tað skrivar EB/Streymur.
– Hetta er ein nýggj og spennandi avbjóðing fyri meg. Eg gleði meg sera nógv til komandi kappingarár og at spæla frammanfyri EB/Streyma áskoðaranum, sigur Mórits Heini við heimasíðuna hjá EB/Streymi.
Sigfríður Clementsen, venjari hjá EB/Streymi fegnast eisini um nýggja leikaran:
– Hetta er ein spennandi og royndur leikari í góðum aldri við stórum potentiali, sum vit trúgva kemur geva liðnum nógv, sigur venjarin.
Mórits Heini Mortensen hevur spælt 98 dystir og skorað 6 mál í Betrideildini, 7 dystir og 1 mál í kappingini um Løgmanssteypið, umframt 5 dystir í Evropa.
Hagtøl: faroesoccer.com