EM-hagtøl: Jana nógv upplegg, Annika bjargaði væl, og Turið rann skjótt

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nú søguliga EM-endaspælið í kvinnuhondbólti er av, er stuttligt at hyggja í tey ymisku hagtølini, sum verða gjørd um avrik hjá leikarum og liðum.

Verður hugt at yvirlitinum yvir, hvør leikari hevur lagt upp til flest mál, so sæst, at spælskiparin á føroyska landsliðnum, Jana Mittún hevur best miðaltal av øllum leikarum í EM.

Jana legði upp til 20 mál í trimum dystum, og gevur tað eitt miðaltal upp á 6,67 upplegg fyri hvønn dyst.

Niðanfyri sæst topp 5 listin:

LandDystirMál lagt
upp til
Miðal
Jana MittúnFøroyar3206,67
Tjaša StankoSlovenia7415,86
Jamina RobertsSvøríki8374,63
Dione HousheerNiðurlond8354,38
Petra VamosUngarn9394,33


Annika Fríðheim Petersen næstbest bjargingarprosent

Leingi hevði okkara málkvinna, Annika Fríheim Petersen, best bjargingarprosent, men hon endaði nummar tvey, um hugt verður eftir, hvussu stóran part av skotunum málkvinnurnar í EM bjargaðu.

Annika Fríðheim Petersen bjargaði 28 av 67 skotum, og tað er 41,79 prosent av skotunum. Einans triðja málkvinnan hjá Noregi, Maja Raasok hevði eitt betri bjargingarprosent. Hon bjargaði 48,89 prosent av øllum skotunum.

Málverjar við bestu bjargingarprosentum:

LandDystirSkotBjargingarProsent
Maja RaasokNoreg3452248,89
Annika Fríðheim PetersenFøroyar3672841,79
Kinga JanurikUngarn3461941,3
Sabrina NovotnáKekkia31074239,25
Zsófi SzemereyUngarn81897338,62
Hatadou SakoFrakland8993636,36
Silje Margaretha Solberg-OesthasselNoreg91746336,21
Katharina FilterTýskland71515435,76
Althea Rebecca ReinhardtDanmark5742635,14
Laura GlauserFrakland92067335,44


Turið Arge Samuelsen rann triðskjótast

Eisini er tað hugtkandi, at Føroyar áttu triðskjótasta leikara í EM-endaspælinum. Turið Arge Samuelsen rann 28,55 km/tíman, tá ið hon rann skjótast. Einans Erika Rajnohová úr Slovakia og Mia Sofia Emmenegger úr Sveis runnu skjótari.

Listin yvir kvikastu leikarar sær soleiðis út:

LandDystirKm/tíman
Erika RajnohováSlovakia330,24
Mia Sofia EmmeneggerSveis729,05
Turid Arge SamuelsenFøroyar328,55
Bo van WeteringNiðurlond828,44
Adrianna GórnaPólland628,4