Landsliðsleikarin, Bjørk F. Joensen, er komin heim aftur til Neistan, eftir at hava roynt seg í Randers HK í donskum hondbólti í heyst. Tað sæst í uppslagi hjá Neistanum á Facebook.
Bjørk F. Joensen fer uttan iva styrka kvinnuliðið hjá Neistanum, sum misti fleiri týðandi leikarar í summar.
Bjørk F. Joensen hevur sambært handballstatz.com spælt 46 landkappingardystir fyri Neistan og skorað 271 mál, og í steypakappingini hevur hon spælt 12 dystir og gjørt 81 mál. Á landsliðnum hevur hon spælt 12 dystir og skorað 9 mál. Eisini hevur hon spælt á øllum ungdómslandsliðum.
Myndin er tikin í gjár eftir sigurin hjá Neistanum móti Stjørnuni. Tá fingu fingu Bjørk F. Joensen og Brynja Høj eina heilsan frá Neistanum sum tøkk fyri teirra leiklut, tá kvinnulandsliðið var til EM-endaspæl í Basel.